Hóast TB liggur næstaftast í meistaradeildini hjá kvinnum, so góvu tvørákvinnur veruliga oddaliðnum, Fleyr ein skarpan gang á útivølli í dag.
TB var á odda 2-0 í settum, og sensasjónin lúrdi, men so fekk Fleyr frægari skil á sítt spæl, og vann tvey tey næstu settini trygt so støðan var 2-2 í settum. Í fimta settinum reið um snarið, men Fleyr knógvaði tað heim og vann 15-13, og harvið ein 3-2 sigur.
Settmunurin í dag: 19-25, 23-25, 25-18, 25-15 og 15-13
Fleyr er á odda við 19 stigum, SÍ hevur 13 stig, Mjølnir hevur níggju stig, KÍF hevur átta stig og TB hevur sjey stig. Aftast er Dráttur við einum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Fleyr.
2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB.
Ása Frederiksberg staðfestir, at tær hjá Fleyr spældu vánaligt fyrstu settini, og fingu ikki tingini at rigga. Ása Frederiksberg slær tó fast, at tær trúðu alla tíðina uppá, at tær kundu fara við sigrinum hóast tað sá svart út ta einu løtuna.
Rannvá Berg í Heiðunum er sera vónsvikin um at liggja á odda 2-0 í settum fyri síðani at tapa 2-3. Rannvá heldur, at tær í TB saktans kundi vunnið 3-0 aftaná tvey tey fyrstu settini, og hon iðrar seg um, at TB bara fekk eitt stig burturúr dystinum ímóti Fleyr í dag.
HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.