FM1 hevur aftur ein stóran ítróttardag í dag.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá tveimum flogbóltsdystum seinnapartin.
Klokkan 13 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum Fleyr og TB. Klokkan 15 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Fleyr og SÍ.
Klokkan 18 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og H71.
Øll kunnu hoyra beinleiðis dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligur frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við leikarar hjá Fleyr, TB, SÍ, Neistan og H71 koma út á in.fo tá dystirnir eru spældir.