Tað vóru tvey av sigursvandu feløgunum, sum vóru umboðað í finaluni í FM kappingini í flogbólti fyri kvinnuunglingar, sum í gjár var í høllini í Trongisvági.
Spenningurin var stórur, tí fyri viku síðani vann Mjølnir úr Klaksvík 3-1 á Fleyr úr høvuðsstaðnum. Men í gjár var einki at rafla um. Fleyr kvinnuunglingarnir vunnu tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-16, 25-17 og 26-18.
Heiðurmerki og steyp vóru handað av Tóka Niclasen og Dianu Nolsø frá Alval.
Fleyr unglingar. FM vinnari 2016
Aftanfyri frá vinstru: Hanna Iansdóttir, Anna Gøthe Magnusdóttir, Magnhild Jacobsen, Súsanna Ludvig, Eva Winther Nagata, Maria Guldborg Nielsen, Lýdia á Smið og Romica Øster, venjari.
Frammanfyri frá vinstru: Hilda B. Mortensen, Maria Gøthe Magnusdóttir, Judit Tummasardóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen og Sólja Johannesen.