Fleyr vann á Mjølni – púra opið um fyrstaplássið

Fleyr vann í kvøld 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingin, og tað merkir, at kappingin er púra opin um, hvør vinnur sær fyrstaplássið í bólkinum, og í hálvfinaluni tí sleppur at spæla ímóti nr. 4, sum í løtuni ÍF, sum er meint rakt av, at lyklaleikarar hava skaða.

Tað var annars Mjølnir sum vann fyrsta sett 25-18, eftir at Fleyr hevði verið frammanfyri til 10-10. 

Í øðrum setti var tað øvugt; Fleyr javnaði til 10-10 og fór undan og vann 25-22.

Mjølnir svaraði aftur í triðja setti og legði seg á odda 9-4, og 23-19. Rói Hentze minkaði so um munin til 20-23 við fínum smassji , áðrenn hann fór at serva, og tað gjørdi hann restina av settinum. Við serviessi gjørdi hann tað til 24-23 til Fleyr, áðrenn Mattias Nolsøe Isaksen avgjørdi settið við postkassa. 

Í fjórða setti gekk javnt á til 14-14, tá Fleyr vann seg avgerandi framum og gjørdi tað til 20-16. Mjølnir minkaði aftur um munin til bert eitt stig og gjørdi tað til 21-22 við smassji frá Jóhan Arna Elisson Wang, men næsta servan frá Mjølni fór í netið. Dystarbóltinum tók leikandi venjarin hjá Fleyr, Phil Freere, sær av sjálvur og avgjørdi dystin við serviessi oman í vinstra horn. 

Støðan í bólkinum sær nú soleiðis út:

Lið   Dystir / Stig

Fleyr 3 / 6

Mjølnir  3 / 6

SÍ 2 / 5

ÍF  2 / 1

Ternan 2 / 0

Hálvfinalurnar verða spælda í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.