Odd Grenland spældi í gjárkvøldið týðandi botndyst imóti Start í norsku Tippuliguni. Odd Grenland skuldi vinna fyri at varðveita vónina um at yvirliva í deildini, og tað eydnaðist. Odd Grenland skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og tað var nóg mikið til at vinna dystin. Start liggur nú fýra stig frammanfyri Odd Grenland áðrenn seinastu tvey umførini. Kravið til liðið hjá fyrrverandi KÍ-venjaranum Ove Flindt-Bjerg er sigur í báðum teimum seinastu dystunum.