Fljóð ljóð bjóðar til morgunsang

Í morginárini bjóðar kórið Fljóð Ljóð til matiné í Gøtu kirkju.

 

Á skránni er bæði kórsangur og klassiskur tónleikur, bæði útlendsk og føroysk verk.

 

Fyrst á skránni er eitt stykki eftir Antonio Vivaldi fyri floytu, cello og klaver, og síðani tekur kórið yvir. Tær, tað eru einans kvinnur í kórinum, syngja fleiri sálmar, bæði yngri og eldri, og onkur soloframførsla er eisini.

 

Konsertin byrjar klokkan 11.30.