Fløskupostur funnin tvey ár seinni í Noregi

Í oktober í 1996 kastaði tann tá 5 ára gamli Jákup Ramon Kass av Argjum ein fløskupost á havið. Fyri stuttum fekk hann bræv aftur frá einum 3. og 4. flokki á Vesturstrond Noregs, sum júst tá lærdu um Føroyar og fuglarnar her. Tey høvdu funnið fløskupostin

Bæði Jákup og pápi hansara, Bartal, sum hevði hjálpt honum at skriva brævið, høvdu givið upp at hoyra nakað um fløskupostin aftur. Teir trúðu, at hann aldri fór at koma afturíaftur, men høvdu kortini ikki gloymt, at hann var blakaður á sjógv.

Men fyri nøkrum fáum døgum síðani fekk Jákup bræv sendandi úr Noregi. Í fyrstuni hildu tey, at tað var eitt ketubræv. Men gleðin gjørdist stór tá tey opnaðu brævið og lósu at fløskuposturin var funnin. Og tað var heldur ikki einhvør, sum hevði funnið hann. Tað vóru nøkur børn í einum flokki, sum júst tá høvdu lært um Føroyar og fuglalívið her.


Funnin páskaaftan

Hvønn veg fløskuposturin er farin, síðani hann varð tveittur á sjógv í oktober 1996 veit hvørki Jákup ella pápi hansara. Men páskaaftan í ár vóru tað nøkur børn í Veidholmen á oynni Smøla á vesturstrond Noregs, sum funnu hann. Teirra millum vóru Marlene í 3. flokki og Marius í 4. flokki.

Marlene og Marius eru tvey av teimum átta børnunum í 3. og 4. flokki í skúlanum í Veidholmen. Flokkurin hevur í vár millum annað lært um Føroyar og fuglalívið her. Á vesturstrond Noregs er eisini eitt ríkt fuglalív, og fuglin í Føroyum samanbóru tey við fuglin, sum er hjá teimum.

Lærarin hjá 3. og 4. flokki hevur longu verið í Føroyum og ferðast.


Ynskja brævarsamband

Í brævinum til Jákup skrivar flokkurin, at tey eisini gjarna vilja fáa brævarsamband við ein flokk í Føroyum. Tey eru áhugað at læra meir um fuglar í Føroyum og vilja eisini læra ein møguligan føroyskan skúlaflokk um norskar fuglar.

Jákup er sjey ára gamal, og eftir summarfrítíðina byrjar hann í fyrsta flokki á Argja skúla. Tí er ikki so lætt at skriva hjá honum enn. Men er onkur annar, sum hevur áhugað at skriva saman við hesum norska skúlaflokkinum, so er bara at gera tað. Skrivast kann til 3. og 4. klasse 97/98, Veidholmen skole, 6585 Veidholmen, Norge. Lærarin eitur Mette Spange.


Føroyskt og enskt

Brævið, sum Jákup sendi avstað, varð bæði skrivað á føroyskum og enskum. Í brævinum stóð, hvør Jákup var, og tey, sum funnu postin vórðu biðin um at siga Jákupi frá.