Á flog meðan maskina stóð á vøllinum

- Kavaruddingarmaskinan sást ikki orsakað av hallinum á lendingarbreytini, sigur kunningarleiðarin hjá Air Greenland, Kathrine Hjelholt Nathanieslen.

Tað var 2. mars, at eitt flogfar, Dash 8, fór á flog úr Kangerlussuaq í Grønlandi, samstundis sum maskina til kavarudding stóðu í hinum endanum á flogvøllinum. Air Greenland sigur, at hóast eingin vandi var á ferð, hvørki hjá ferðafólk, ei heldur øðrum, er tilburðurin fráboðaður Havarínevndini.

 

Kunningarleiðarin hjá Air Greenland, Kathrine Hjelholt Nathanieslen, sigur, at kavaruddingarmaskinan sást ikki í hinum endanum av flogvøllinum orsakað av hallinum á lendingarbreytini. Tað var ikki, fyrr enn flogfarið var í luftini, at manningin varnaðist maskinuna á vøllinum.

 

Hóast eingin vandi nakrantíð var á ferð, hevur Air Greenland skyldu til at boða Havarínevndini frá tilburðinum, sum nú verður kannaður. Air Greenland hevur eisini sett í gongd eina innanhýsiskanning, sum skal byrgja upp fyri, at slíkt ikki hendir aftur.

 

Tað skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag