Vanligt er at um tað stendur á jøvnum eftir 4 sett, har tað verður spælt upp til 25 stig, skal eitt fimta sett til, fyri at avgera dystin. Hetta settið gongur vanliga upp til 15 stig. Í kappingini leygardagin verður kappast upp til 21 í hvørjum setti, og í triðja setti verður spælt upp til 15. Hetta fyri at gera kappingina áskoðaravinarliga og fyri at avgreiða allar kappingarnar innan eitt rímuligt tíðarbil.
Fyrireikarnir duga at siga at kappingin er sera væl umboðað, og at tað ikki áður hava verið so nógvir íðkarar til eina slíka kapping.
Fyrsta kappingin byrjar klokkan 8:30 leygarmorgunin í fimleikahøllini, har bólkurin Dreingir 10 ár seta hol á kappingina har. Í ítróttarhøllini byrja kappingarnar kl 9:00.
Tað ljóðar frá fyrireikarunum, at teir vóna at nógv fólk møtir upp og stuðla tiltakinum og heppa á ungdómin í oynni, ið fer at mynda framtíðina í føroyskum flogbólti