FLOGBÓLTUR
Tá Oyggjaleikirnir vóru á Rhodos í 2007, fingu bæði kvinnu- og manslandsliðið silvur. Hjá kvinnunum var talan um afturstig, tí tær høvdu vunnið gull tær nógvar síðstu ferðirnar, men hjá monnunum var silvurið eitt framstig, tí undanfarnu leikirnar í Hetlandi vunnu teir bronsu. Í báðum førum var talan um finalur ímóti Saaremaa, har kvinnurnar taptu 1-3 og menninir 2-3.
Nú leikirnir á Álandi standa fyri framman, er málið hjá bæði kvinnum og monnum at koma ovast á sigurspallin, og nú er endaliga greitt, hvørji skulu manna tey bæði føroysku flogbóltslandsliðini.
– Lítið man vera at ivast í, at Saaremaa síðstu leikirnar hevur havt klárt bestu liðini, men upp á onkran máta hevur eydnast kvinnunum at vunnið á teimum, men á Rhodos gekk tað so ikki. Helst er Saaremaa aftur hesa ferð sterkt hjá bæði kvinnum og monnum, men eg haldi, at vit hava tvey lið, ið saktans kunnu bjóða av, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.
– Fyritreytirnar eru tó rættiliga ymiskar hjá kvinnum og monnum, tí breiddin hjá kvinnunum er nógv størri. Har er ein rúgva av spælarum, sum bjóða seg fram, og til síðstu venjingina undan úttøkuni vóru 19 spælarar, harav 12 skuldu takast út, og tað var ikki ein løtt uppgáva hjá venjarunum, tí talan er um javngóðar spælarar.
Skulu spæla skjótt
Talan er um eitt nokk so nýtt kvinnulandslið hesa ferð, so onkursvegna líkist tað einum ættarliðsskifti. Ikki er sørt heldur, at stamman á liðnum er tann sama sum á U19-landsliðnum, sum í september 2007 vann bronsu í norðurlandameistarakappingini.
– Hjá kvinnunum er onkur við, sum eisini var við á Rhodos, men hinvegin er eisini nógv nýtt og spennandi fólk við, so eg haldi, at kvinnulandsliðið hevur eitt gott útgangsstøði. Vit hava onga orsøk til at halda annað, enn at Saaremaa hevur somu styrki sum síðst, men hesa ferð er liðið betur fyrireikað upp á tað, sigur Magnus Tausen.
Hann vísir á, at spælararnir hjá Saaremaa eru stórir og vælvaksnir, og at venjararnir hjá føroysku kvinnunum, Kristian Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum, tí hava lagt upp til broyttan spælistíl, har størri dentur verður lagdur á at spælið skal ganga skjótt.
– Tempo hevur alt at siga, tí tað ræður um at sleppa undan blokkinum hjá mótstøðuliðnum, og eydnast tað at fáa spælið at ganga skjótt, ber betur til at hálað blokkin hjá hinum sundur, so lættari er at fáa bóltin yvir um netið, sigur Magnus.
Rutina og Rúni
Sum sagt, so er talan ikki um líka stóra breidd í mansflogbóltinum, men kortini hevur venjarin, Fridolin Bic, burtur úr verandi tilfeingi fingið sett saman eina manning, ið telur nógvar sera dugnaligar og partvíst royndar spælarar.
– Teir hava verið raskir og óførir undir venjingunum, sum hava verið, og málið er at fáa gagnnýtt rutinuna til fulnar, samstundis sum onkrir lutfalsliga nýggir spælarar eisini eru í hópinum, sum vónandi kunnu geva liðnum nakað av tí, sum kanska ikki var har síðst, sigur Magnus Tausen.
– Eingin ivi er um, at nokk so nógv avhongur av, hvussu Rúni Weihe er fyri, men sum vit hava sæð hann í vetur, kann hann verða lyklaspælarin, tí hann hevur verið kanska betri enn nakrantíð. Kemur hann heilur ígjøgnum tað, hava vit heilt greitt eitt sterkt og gott manslandslið hesa ferð.
Venjari hjá monnunum, Fridolin Bic, er kanska eitt ókent navn fyri fleiri, men hann hevur síðstu tveir vetrarnar vant mansliðið hjá Fleyr, og sum skilst, ætlar Flogbóltssambandið at knýta hann tættari at sær, so hann kemur at samskipa alla ungdómsvenjingina.
Fridolin er av rumenskari ætt, men hevur tað mesta av lívi sínum búð í Svøríki, har hann hevur spælt flogbólt á hægsta stigi, umframt at hann eisini hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur føroyska konu og býr í Føroyum, so Flogbóltssambandið vónar, at hann kann geva føroyskum flogbólti góðan íblástur við tí stóra og breiða kunnleika, hann hevur.