Føroyar vunnu tryggan sigur á Gotlandi í mansdystinum í flogbólti í dag. Gotland telist vanliga millum sterku liðini til Oyggjaleikirnar, men í dag var føroyska liðið væl sterkari.
Fyrsta settið var javnt, men Føroyar vunnu 26-24. Síðani vunnu Føroyar greitt í øðrum setti, 25-15. Í triðja setti var eitt sindur javnari aftur, men Føroyar vunnu 25-21.
Harvið var ein 3-0 sigur á Gotlandi veruleiki, og Føroyar hava kós í hálvfinaluna.
Í morgin skulu Føroyar spæla ímóti Saaremaa.