Flogbóltur: Fram oman á í Sørvági

Flogbóltur: SÍ var ov nógv skert tá Fram var á vitjan og tapti dystin greitt

SÍ-Fram 0-2

(21-19, 12-21, 3-7

18-21, 19-21)


Fram vann dystin móti SÍ í Sørvági og varðveitti ti trýsti á Mjølnir um silvurmerkini.

Lið sørvinga var skert sunnudagin og tá tikið verður av í betra endanum, so sæst tað aftur á spælinum. Ikki tí, gestirnir vóru eisini munandi skerdir, men teir eru kanska betri fyri tá til stykkis kemur.


Í tómgongd

Tað var ikki tað vakra spælið, sum sermerkti dystin í Sørvági sunnudagin. Hvørki av liðunum megnaði at vísa tað heilt stóra og tað tyktist heldur ikki at leikararnir vóru serliga uppsettir.

Sørvingar manglaðu tveir lyklaleikarar og høvdu tí torført við at fóta sær. Jón Nielsen, sum hevur verið so nógv tann týdningarmesti leikarin hjá sørvingum, var ikki við og tað var hevarin, Kaj á Stongum, heldur ikki.

Hóast Kaj, í seintimetrum, ikki er ein stórur maður, so hevur hann fingið nógv burturúr, sum hevari í ár, og tað er trupult at koma í hansara stað móti endanum av árinum.

Suni Hansen var við, men einsamallur megnar hann ov lítið til at tað munar.

Tá so móttøkan er av skriðuni er einki at gera.


Einki upp á seg

Hjá Fram var hetta ein dystur, sum tað snúði seg um at vinna, hava teir ætlanir um at vinna silvuri í ár. Hóast hvørki Magnus Tausen, Dávid Davidsen ella Bernhard Petersen vóru við, so eru Framararnir so væl skipaðir, at teir hava annað fólk at seta ístaðin uttan at tað ávirkar spæli ov nógv.

Sum vit hava skilt, var manningin á Fram liðnum tann yngsta teir nakrantíð hava møtt við og tá teir vunnu, so bilti tað einki.

Við sigrinum sunnudagin helt Fram trýsti á Mjølnir í kappingini um silvurmerkini og tí er enn eitt sindur av spenningi um tað.

Í botninum er eingin spenningur, tí hvørki ÍF ella SÍ, sum liggja lið um lið í botninum flyta niður.