Flogbóltur í kvøld

Í kvøld klokkan 19 – og ikki í gjárkvøldið, sum vit av misgávum skrivaðu í blaðnum í gjár – spæla SÍ og ÍF í Eik-liguni hjá monnum í høllini í Sørvági. Við sigri kann SÍ enn eina ferð fara frá Fleyr í kappingini um at koma í FM-finalurnar ímóti Mjølnir, sum hevur verið á odda tað mesta av kappingini. ÍF, sum støðugt hevur gjørt framstig, skal sum botnlið fyri ellivtu ferð á vøllin at jagstra fyrstu stigini í hesum kappingarárinum.