Tað gongur sum eftir ánni hjá TB í ár. Tveir dystir, tveir sigrar og fýra stig í posanum.
Ikki so galið, serliga tá havt verður í huganum, at talan er ikki um beinleiðis lættar dystir.
Fyrsti dysturin var móti Mjølni, og um vikuskiftið vóru TB-kvinnurnar á Giljanesi og leiktu móti Drátti.
Hóast TB vann 2-0, so vart kortini talan um nokkso javnan dyst.
»Tie-breakarar« máttu til í báðum hálvleikum, og tað sigur eitt sindur um dystin.
Suni Hansen, venjari hjá Drátti sigur við Sosialin, at størsta orsøkin til, at TB vann var, at Guðrið Nolsøe, sum vit annars søgdu ikki var við, vann so at siga alt á kantinum.
? Hon slær einastandandi væl, og vinnur øgiliga nógv. Okkara trupulleiki var, at vit vunnu ikki nóg nógv í álopinum, og tað má til, sigur Suni Hansen.
Annars er Dráttur venjarin ikki illa nøgdur við spæli, hóast dysturin varð taptur.
? Hava vit tað í huga, at nógvir nýggir leikarar eru við í ár, og tað at Helga varð sjúk í vikuni, so kundi tað neyvan ganga øðrvísi, heldur Suni.
Um kappingina restina av árinum sigur Suni, at hann væntar ikki, at TB fer at klára at halda dampin uppi tá Guðrið er farin aftur til Danmarkar.
? Hon vann meginpartin í dystinum móti okkum, og ein slíkur leikari verður saknaður tá hann rýmir.