Um vikuskiftið skipar Flogbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði, har Hans Ole Nielsen, eisini nevndur ”Hassan”, frá danska flogbóltssambandinum fer at undirvísa. Skeiðið er ætlað dómarum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.
- Tað er stór undirtøka fyri skeiðnum, og umleið 50 fólk hava teknað luttøku úr øllum feløgunum í Føroyum. Ynski hjá FBF er sjálvandi, at fáa eina góða lands- og steypakapping, eisini hvat viðvíkur dømingini, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag.
Í sambandi við dømingina leygardagin, hevur Flogbóltssambandið samlað øll 6 ungdómslandsliðini hjá gentum og dreingum til venjingar í Kollafirði, har tey fara at leika ymiskar venjingardystir, soleiðis at dómararnir fáa nakrar praktiskar royndir. Skeiðið verður hildið í Ítróttarhøllini í Kollafirði.
Skráin:
Fríggjadagin 5. oktober:
Kl. 18 - 22 Teori
Leygardagin 6. oktober:
Kl. 10 - 11 Kunning um døming
Kl. 11 - 18 Døming