Sum vant byrjar flogbóltsárið við stóru FK-kappingini í Havn Hesaferð hava 36 lið hjá monnum og kvinnum teknað seg til kappingina, har vinnarin eisini tryggjar sær annað plássið í steypafinalunum, sum verða leiktar á vári.
Tað eru aftur í ár Fleyr og Føroya Keypssamtøka, sum standa fyri kappingini, sum fer fram í Gundadalshøllini og í Hoyvíkarhøllini.