Flogbóltsamband Føroya hevur sett stjóra

Virksemið hjá Flogbóltsamband Føroya er økt munandi og nógvar stórar avgjóðingar liggja fyri framman. Hetta setir stór krøv til dagliga virksemi hjá FBF. Tí hevur nevndin í FBF tikið støðu til, at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað, boðar Flogbóltssambandið frá.

 

- Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum og hevur hann millum annað verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinnið gjørdust Føroyameistara í 1989, skrivar Flogbóltssamabndið í tíðindaskrivi.

 

Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.

 

Beinir Kristiansen er byrjaði í starvinum í 1. desember 2021. Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum, boðar FBF frá.