Tveir av royndastu flogbóltsspælarunum hjá okkum, Jóhan Petur á Stongum og Jón Joensen, eru báðir vónbrotnir av gongdini hjá flogbóltslandsliðið á hesum oyggjaleikunum. Teir eru samdir um, at liðið manglar sjálválit og at avrikini hava verið ov óstøðug.
Manslandsliðið í flogbólti tapti í gjár 3-1 fyri Álandi. Hetta er annað tapið hjá mansliðnum, sum eisini tapti fyri Bermuda. Ósigarnir merkja, at føroyska landsliðið nú ongan møguleika hevur at vinna sær gull ella silvur heiðursmerki. Tað er ein møguleiki fyri bronsu, men tað krevur at okkara vinna á Gotlandi og gullfavorittunum úr Saaremaa.
- Teir vinna upp á servuna, sigur Jón Joensen vónbrotin og eitt sindur argur á málinum.
- Ja, servitrýstið hjá okkum er ov lágt og móttøkurnar eru ov vánaligar. Vit gera ov nógvar feilir. Vit spæla uttan sjálvsálit, sigur Jóhan Petur á Stongum, sum var tøkur til dystin í gjár eftir skaða.
Tað er serliga fjórða sett móti Bermuda, sum argar. Føroyar eru á odda 2-1 og føra eitt skifti 18-13 í fjórða setti, men tapa settið og síðani dystin.
- Tapið fyri Bermuda setti okkum undir trýst. Vit tosaðu eisini um tað eftir sigurin á Grønlandi í gjár, at tá tað stóð á í fjórða setti, so hugsaðu fleiri av okkara, at vit fóru at tapa dystin, greiðir Jóhan Petur á Stongum frá.
Flogbóltslandsliðið hevur ikki havt bestu umstøðurnar at fyrireika seg í. Tann prísin tykjast teir at gjalda fyri nú.
- Vit hava verið ov lítið samlaðir, heldur Jón Joensen fyri og vísur á, at tað er torført, tá fleiri spæla í Danmark og flogbóltssambandið ongan møguleika hevur at flúgva teir heim.
- Tað er næstan ein forðing at spæla í Danmark, tí tú sleppur ikki at venja við hinum, sigur Jóhan Petur á Stongum, sum sjálvur spælir niðri, har støðið er hægri enn í Føroyum.
Bæði mansliðið og kvinnuliðið hava stríðst við vánaligar búðstaðarumstøður og nógvan hita í høllini. Tað hevur tarnað bæði fyrireikingunum og spælinum, men spælararnir hava á bestan hátt roynt ikki at hugsa um tað, men tað ger also mun.
- Eg skal ikki geva hitanum skyldina, men tað hevur avgjørt spælt inn og bóltarnir eru lættir. Rakar tú bóltin bara eitt sindur ov hart, so flýgur hann næstan beint í veggin, sigur Jón Joensen og heldur fram.
- Tað hevði aldrin hent í Føroyum. Vit hava bara ikki verið nóg góðir til at tillaga okkum, sigur Jón Joensen.
Føroyska liðið hevur ikki uppgivið at fáa heiðursmerki um hálsin. Teir siga báðir við ein munn, at teir ætla sær at fáa bronsu heiðursmerki, hóast tað merkir, at teir skulu vinna á Saaremaa.
Dreymafinalan móti Saaremaa verður av ongum. Flogbóltsfinalurnar plaga at samla nógv fólk, tí tá eru flestu íðkarin komir á mál við sínum ítróttargreinum. Heas ferð verður tað ikki til nakað hjá monnum. Teir mugu nú seta sítt álit á kvinnurnar, sum í dag spæla hálvfinalu móti Bermuda.