Flogbóltsmenninir fingu frægasta úrslitið

Føroyar – Belgia 0-3 (16-25, 16-25, 20-25)

 

Í seinasta EM-undankappingardystinum í hesi kappingini, sum var ímóti Belgia, fekk Føroyar í kvøld sítt besta úrslit.

 

Av tí at Belgia longu hevur vunnið seg í EM-endaspælið, var liðið mannað við nógvum av teirra ungu monnum og teimum, sum sita nógv á beinkinum, men hóast tað eru yrkisspælarar.


Serliga í triðja setti gekk væl. Føroyar legði seg á odda 17-15 og Belgiska liði mátti seta onkran av sínum bestu spælarum á vøllin fyri ikki at tapa settið - tað hevði verið snópisligt ímóti Føroyum. Belgia fekk eisini yvirtakið aftur og vann settið 25-20.

 

20 stig í einum setti er tað mesta Føroyar hevur fingið í allari kappingini, við 16 í hinum báðum settunum verður latið væl at í føroysku leguni.