Flogbóltssending á FM1 í samband við at kappingin byrjar

(FM1) Óli G. Samuelsen reikar fyri einari sending fríggjadagin klokkan 15.10 í samband við, at kappingarnar í Føroya Tele deildunum byrja

Í samband við, at kappingin í Føroya Tele deildunum hjá kvinnum og monnum byrja komandi vikuskiftið reikar Óli G. Samuelsen fyri einari flogbóltssending á FM1 í morgin klokkan 15.50.

 

Um sendingina sigur Óli: - Formaðurin í Flogbóltssamband Føroya, Petur Holm kemur í studio at tosa um Føroya Tele deildirnar í flogbólti og somuleiðis um Video-stroymingina, ið FBF fer at brúka til Føroya Tele deildirnar komandi kappingarár. Vit ringja eisini til Thorvald Danielsen og Tórfríð Tavsen at fritta um teirra metingar um Føroya Tele deildirnar hjá monnum og kvinnum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo