Tvey flogfør hjá SAS og Finnair vóru bara 300 metrar frá at stoyta saman í ellivu kilometra hædd uppi yvir svenska býnum Östersund tann 2. juli. Tað skrivar eitt svenskt blað í dag.
Svensku loftferðslumyndugleikarnir og svenska skaðanevndin kanna nú, hvussu tað kundi bera til, at tvey stór ferðamannaflogfør flugu í somu hædd, og at tey komu so nær hvør øðrum, at vandi var fyri samanstoyti.
Sagt verður, at annað flogfarið fekk boð um at fara longti upp, so tað slapst undan samanstoyri, men tað var altso í síðstu løtu, skrivar svenska blaðið.
SAS-flogfarið, sum var av slagnum Boeing 737, var á veg úr Narvik til Oslo, og finska flogfarið, eitt Boeing 757, var á veg úr Toronto til Helsinki.
Tann sjálvvirkandi ávaringarskipanin TCAS, sum skal ávara flogfør ímóti samanstoyti, virkaði, sum hon skuldi. Annað flogfarið fekk boð um at fara longti upp, men flogskiparin svaraði ikki. Tí fekk hitt flogfarið somu boð, og so slapst undan samanstoyti.
Dagens Nyheter skrivar, at 157 ferðafólk vóru við SAS-flogfarinum, og at 100 ferðafólk vóru við Finnair-flogfarinum.