Flogfør avlýst og seinkað í ódnarveðrinum

Ringa veðrið darvar flogferðsluni

Tað er ikki bara her á landið, at ferðslusambandið er ávirkað av illveðrinum. Ringa veðrið ger eisini um seg í hæddini, og hetta hevur fingið SAS at avlýsa flogførini til og úr Føroyum í dag. 

 

Talan er um fráferðina úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan 13:05. Flogfarið, sum eftir ætlan skuldi lenda klokkan 12:15 er eisini avlýst. Fráferðin klokkan 14:55 er seinkað til klokkan 19. Hetta upplýsir heimasíðan hjá Vága Floghavn. 

 

Atlantsflog hevur avlýst fráferðina klokkan 13, og komurnar klokkan 13:20 og 16:15 eru seinkaðar til 18:15 og 18:45. Í morgun vóru fráferðirnar báðar til Keflavík og Keypmannahavn seinkaðar ein hálvan tíma.