Eitt indonesiskt hernaðarflogfar er dottið niður í eitt bústaðarøki í eystara parti av høvuðsstaðnum Jakarta. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Blaðið Jakarta Post skrivar á sínari heimasíðu, at eldur kom í minst seks hús, tá flogfarið datt niður, men blaðið veit ikki, um nakar hevur latið lív.
Sum skilst er talan um eitt flogfar av slagnum Fokker 27, sum hevur pláss fyri 50 ferðafólkum.