Tað skrivar svenska blaðið Aftonbladet. Enn er óvist, hvussu tey, sum vóru umborð, hava tað.
– Vit hava fólk á staðnum, men tað støðan er spent og ógreið júst nú, sigur Lina Buurstra, sum er hjálparbjargingarleiðari á sjó- og flogbjargingartænastuni í Svøríki.
(Dagføring kl 14:07)
Sambært tíðindastovuni TT vóru tað fólk, sum leypa í fallskýggja, sum vóru umborð á flogvarinum, tá tað datt niður.
Tíðindastovan hevur eisini verið í sambandi við bjargingartænastuna, sum sigur, at flogfarið skal vera lent á einum vatni.
Fleiri bátar og privatir borgarar og bjargingarmiðstøðin eru send út eftir flogfarinum, verður sagt.