Eitt ferðafólk, sum var í flogfarinum, sigur, at tey vóru næstan klár at fara á flog, tá ein trappuvognur rendi á flogfarið, og stór riva kom í annan veingin. Mynd: Air Greenland.

Flogfar fekk skaða á flogvøllinum í Kangerlussuaq

Ein stór riva kom í annan veingin, tá ein trappuvognur rendi á flogfarið við 220 ferðafólkum.

Eitt ferðafólk, sum var í flogfarinum, sigur, at tey vóru næstan klár at fara á flog, tá ein trappuvognur rendi á flogfarið, og stór riva kom í annan veingin. Mynd: Air Greenland.

Flogfarið hjá Air Greenland, Norsaq, sleppur ikki at flúgva teir næstu dagarnar.

 

Orsøkin er, at flogfarið hevur fingið eina stóra rivu í annan veingin, tí ein sonevndur trappuvognur  rendi í flogfarið á flogvøllinum í Kangerlussuaq, har nøkur hundrað ferðafólk bíða eftir at sleppa til Danmarkar.

 

Sermitsiaq veit at siga, at Air Greenland hevur verið óheppið seinastu vikuna - fyrst við vánaligum veðurlíkindum, tekniskum trupulleikum, herverki á einum wc í Norsaq og nú, tá ein trappuvognur rendi inn í veingin á flogfarinum.

 

Eitt ferðafólk, sum var í flogfarinum, sigur við Sermitsiaq, at tey sótu í flogfarinum og vóru næstan klár at fara á flog móti Keypmannahavn, tá tað setti í flogfarið. Ferðafólkið helt í fyrstanini, at hetta bara var vindur, sum reiv í flogfarið.

 

- Men, stutt eftir upplýsti flogskiparin, at ein trappuvognur hevði koyrt inn í veingin á flogfarinum, sum hevði fingið so mikið av skaða, at flogfarið ikki kundi fara á flog, veit Sermitsiaq at siga.

 

Ferðafólkini, sum vóru komin í flogfarið, vórðu biðin um at fara aftur á farstøðina, og seinast Serrmitsiaq skrivaði um viðurskiftini, varð sagt, at nøkur hundrað ferðafólk nú bíða eftir at sleppa úr Kangerlussuaq til Danmarkar.

 

Við í flogfarinum, sum fekk skaða á flogvøllinum í Kangerlussuaq, vóru 210 ferðafólk, og nú hetta flogfarið kemur at standa í nakrar dagar, helst meira enn eina viku, roynir Air Greenland at leiga annað flogfar.

 

- Vit arbeiða við at leiga flogfar til ferðafólkini, sum longu skuldu verið farin avstað og annars til flúgvingina teir næstu dagarnar, søgdu tey hjá Air Greenland við Sermitsiaq seint í gjár.

 

 

 

Eitt ferðafólk, sum var í flogfarinum, sigur, at tey vóru næstan klár at fara á flog, tá ein trappuvognur rendi á flogfarið, og stór riva kom í annan veingin. Mynd: Air Greenland.