Ferðafólkini í einum flogfari hjá Austrian Airlines, sum var á veg úr Palma á Mallorka til Wien í Eysturríki, høvdu eftir øllum at døma ikki ein serliga ringan túr.
Tað var nakað av turbulensi og onkrar ógvusligar ristingar umleið ein hálvan tíma, áðrenn flogfarið lendi í Wien á einari flogferð í gjár.
- Tað var ikki nakað serstakt, og lendingin gekk væl, sigur eitt av ferðafólkunum, sum var í flogfarinum, við stórávísina, Kronen Zeitung.
Tað var ikki, fyrr enn ferðafólkini í Airbus A320 vóru komin úr flogfarinum og sóu, hvussu flogfarið sá út, at tey gjørdust skakað.
Flogfarið hevði nevniliga fingið stórar skaðar á ferðini.
Allur tann fremsti endin av flogfarinum var burtur, og rútarnir í stýrhúsinum vóru skravaðir so illa, at tað var ómøguligt at síggja út igjøgnum teir.
Sagt verður, at flogskipararnir høvdu lent við teimum tólum, sum eru í flogfarinum - og ikki eftir tí, teir sóu gjøgnum rútarnar.
##med2##
- Hetta kundi gingið so nógv verri, staðfestir ein av teimum ferðandi, sum legði aftrat, at hann bara er fegin um at vera á lívi.
Austrian Airlines greiddi seinni frá tí, sum var hent, og orsøkin til skaðarnar var, at flogfarið hevði rent seg inn í eitt ógvusligt heglingsæl.
- Á veg til Wien endaði flogfarið í einum illveðri, sum ikki var sjónligt á radaranum, upplýsti flogfelagið eftir hendingina.
Flogfelagið legði aftrat, at øll í flogfarinum komu óskalað burtur úr hendingini.