Flogfar fekk trupulleikar yvir Føroyum

Ferðafólkini við einum ferðafólkaflogfari hjá SAS uppi yvir Føroyum í dag, fingu ein lítlan skelk, tá ið flogskiparin boðaði frá tekniskum trupulleikum og at neyðugt var at venda við.

Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar í kvøld.

Flogfarið, sum var ein Airbussur A330-300, var á veg úr Oslo til Newark og tá ið flogfarið var uppi yvir Føroyum, varnaðist flogskiparin, at tann eini motorurin gekk alt ov heitur.

Tí gjørdi hann av at venda aftur til Noregs, har flogfarið setti seg í Bergen í øllum góðum.

Nøkur av ferðafólkunum vóru næmingar á einum skúla í Frederiksberg, sum skuldu til USA á námsferð.

Ferðafólkini hava fingið at vita, at tey sleppa ongan veg í kvøld, men í morgin flúgva tey til Oslo, haðani tey sleppa við einum øðrum flogfari til USA.