Rombac 1–11-flogfarið, sum rumenski leiðarin, Nicolae Ceausescu, sáli, brúkti í árunum 1986 ti 1989 til almennar ferðir, verður nú selt á uppboðssølu, har byrjunarprísurin er 25.000 evrur ella umleið 186.000 danskar krónur.
Sambært CNN byrjar uppboðssølan hin 27. mai. Uppboðssøluhúsið Artmark sigur, at flogfarið verður mett sum "ein gimsteinur í lokala flogídnaðinum".
Flogfarið hevur 119 setur og er eitt av bert níggju flogførum, sum er bygt í Rumenia við loyvi úr Stórabretlandi fram til 1989.
Nicolae Ceausescu var rumenskur einaræðisharri árini frá 1965, til hann varð feldur og tikin av døgum í 1989. Eisini eitt annað flogfar, sum hevur sín uppruna í Rumenia, verður selt á nevndu uppboðssølu.
Bæði flogførini verða mett sum tjóðardýrgripir og mentanararvur, og møguligir keyparar binda seg til at viðlíkahalda flogførini og varðveita tey í Rumenia.