Eitt lítið flogfar við 15 ferðafólkum er horvið í fjøllunum í Nepal, og sambært sjónvarpinum ABC hava fólk hava greitt myndugleikunum frá, at tey sóu flogfarið detta niður.
Flogfarið skuldi upprunaliga til Lukla, men fekk ikki sett seg har fyri veður. Flogfarið vendi tí aftur til høvuðsstaðin Katmandu, men hvarv á vegnum.
Flogvøllurin í Lukla er langt uppi í Himmalaya-fjøllunum og tann flogvøllurin, sum er næstur Mount Everest. Nógvir útlendingar plaga at ferðast har, og sum skilst vóru minst seks útlendingar við tí horvna flogfarinum.
ABC sigur, at fólk sóu flogfarið detta niður í útsynning úr Katamandu, og myndugleikarnir hava sent eina tyrlu at leita.