Flogfar koppaði undir lending í Istanbul

Upptøkur vísa, at flogfarið støkk av um tvøran, og at fólk eru evakuerað.

Eitt flogfar, sum skuldi lenda í Istanbul í dag, fór út av breytinum og koppaði. Upptøkur vísa, at flogfarið støkk av um tvøran, og at fólk vórðu evakuerað úr flogfarinum.

##med3##

Tað skrivar dagblaðið Hurriyet sambært Reuters.

Innanríkisflogfarið hjá Pegasus Airlines kom úr Izmir í oysandi regni, skrivar NTV, sum vísti upptøkur av flogfarinum, og at eldur var í.

Turkiski flutningsmálaráðharrin sigur, at eingin er deyður í flogvanlukkuni.

Tað skrivar CNNTurk.

Flogvøllurin, sum liggur á asiatisku síðuni á Istanbul, er stongdur.

Nógv sløkkiliðsfólk eru send út til brotna flogfarið.

/ritzau/

##med2##