Tíggju fólk doyðu, tá eitt flogfar rendi á ein lítlan buss við flogvøllin í ghanesiska høvuðsstaðnum Accra í gjárkvøldið. Myndugleikarnir siga, at flogskiparin megnaði ikki at steðga flogfarinum, sum fór út av endanum á lendingarbreytini, ígjøgnum ein vegg og rendi har á ein lítlan buss.
Flogfarið, sum er av slagnum Boeing 727, fekk stóran skaða, tí tá tað fór ígjøgnum veggin við endan á breytini, duttu báðir veingirnir og velið av, og tá flogfarið koyrdi tvørtur um bussin, datt lendingarstellið av tí.
Eitt flogfelag í Nigeria eigur flogfarið.