Flogfar rendi á háhús

Eitt iranskt hernaðar flogfar rendi í morgun á eini háhús í iranska høvuðstaðnum Teheran. Flogfarið fekk tøkniligar trupulleikar stutt eftir, at tað var farið upp frá einum hernaðar flogvølli.

Flogskiparin royndi at neyðlenda á altjóða flogvøllin í Teheran. Men rendi í staðin á eini háhús í eru tíggju hæddir høg, skrivar Berlingske Tidende á síni heimasíðu.
Umborð á flogfarinum vóru 90 fólk. Hesi hava væntandi øll latið lív, men væntandi eru somuleiðis nógv deyð í háhúsunum  Berlingske Tidende skrivar, at keldur siga frá, at eldur er komin í nógv hús í grannalagnum.