Flogfar sendi neyðarkall

Sunnudagin stóð alt bjargingarliðið í Vágunum tilbúgvið, tí eitt flogfar hevði boðað torninum frá, at trupulleikar vóru við motorinum. Flogfarið lendi tó í øllum góðum

 

Sunnudagin umleið klokkan hálvgum seks fekk tornið á flogvøllinum í Vágunum neyðarkall frá einum flogfari, sum var einar 50 fjórðingar sunnanfyri Føroyar.

Talan var um eitt lítið flogfar av slagnum Mooni M20 við tveimum fólkum umborð. Flogfarið var á veg av Wick flogvøllinum í Skotlandi til Reykjavíkar, haðani tað skuldu víðari til Amerika.

Tá flogfarið er tjúgu minuttir úr Føroyum varnast tey, at motorurin ikki gongur, sum hann skal. Tey senda tí boð til Vágarnar og boða frá, at trupulleikar eru við motorinum.

Boð vórðu send til sløkkiliðið, løgregluna og nýggja tyrlan hjá Atlantsflogi stóð eisini tilbúgvin. Flogfarið lendi tó í øllum góðum, og tornið hevði allatíðina samband við flogfarið. Úr Vágunum verður sagt, at arbeiðið við tilbúgvingini eydnaðist avbera væl.

Tvey miðaldrandi fólk vóru umborð. Ein kvinna úr Australia og ein maður úr USA. Tey fóru avstað aftur mánadagin klokkan 11 eftir at hava gist á Hotel Vágum eina nátt.

Hildið verður, at vatn í brennievninum er orsøkin til motortrupulleikarnar. Tá flogfarið fór niðureftir, gekk motorurin betur, og tey kundu lenda.