Flogfar slapp til Svalbard

SAS fekk í dag loyvi at senda eitt flogfar til Longyerbýin á Svalbard eftir 150 ferðafólkum og at flyta tey til Tróndheim. Flogfarið fór á flog úr Bodø til Svalbard og skal seta seg aftur í Tróndheimi nú beint eftir klokkan 16.

Haðani verða ferðafólkini flutt til Oslo við bussum.

Ein talsmaður fyri SAS sigur við norsku fjølmiðlarnar, at felagið søkti um og fekk undantaksloyvi til at lata flogfarið seta seg í Tróndheimi, hóast floghavnin har norska loftrúmið formliga er stongd orsakað av gosøskuni úr Íslandi.