Flogfar tømt í Kastrup eftir bumbuhóttan

Løgreglan tømdi í gjárkvøldið eitt flogfar, sum var lent í Københavns Lufthavn, fyri ferðafólk eftir bumbuhóttan.

 

Tað upplýsti vaktleiðarin hjá Københavns Politi Espen Godiksen stutt eftir midnátt.

– Vit hava fingið eina bumbuhóttan ímóti einum flogfari. Hana fingu vit klokkan 21.47, segði Espen Godiksen.

– Flogfarið er lent í Københavns Lufthavn stutt eftir. Tað varð tømt fyri ferðafólk, sum øll høvdu tað gott. Tað eru nú á einum ávísum stað á flogvøllinum, sum er gjørt til endamálið

Flogfarið, sum kom úr Póllandi, varð sett á eitt á eitt stað burtur frá øðrum rakstri og kannað nærri.

Í morgun upplýsti vaktleiðarin, at kanningarnar hjá løgregluni vóru lidnar, og at einki spreingievni varð funnið í flogfarinum.

Nærri um innihaldið í bumbuhóttanini vildi vaktleiðarin ikki siga meira um.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Pólska flogfarið, tá tað lendi íKastrup. Myndir: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix