Flogfarið við Trine Bramsen vendi við

Hon skuldi koma í kvøld fyri at fundast við føroyska uttanríkisráðharran um Arktis tíðliga í morgin

Eftir ætlan skuldi danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, koma til Føroya seinnapartin í dag fyri so at fundast við føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, í morgin. Men nú er ikki sikkurt, hvussu vorðið verður við fundinum og vitjanini yvirhøvur, tí flogfarið við Trine Bramsen setti seg ikki í Vágum klokkan 17, sum tað skuldi, men vendi í staðin við til Danmarkar aftur. Sambært vp.fo var verjumálaráðharrin farin úr Danmark við einum Challenger-flogfari, og hesi flogfør hava ofta trupult við at lenda í Føroyum, tá veðrið ikki er heilt til vildar.

 

Fundurin millum Trine Bramsen og Jenis av Rana skuldi vera í Tinganesi í Havn fyrrapartin í morgin, og so skuldi tíðindafundur vera klokkan 12. Hon kom longu í kvøld orsakað av kravinum um positiva koronuroynd við komu í Vágum.

 

Hvat endamálið við tí sera stutta fundinum er, vita vit ikki heilt, men tað hevur í øllum førum okkurt at gera við samstarv um verju- og trygdarmál og nógv umrødda lofteftirlitsradaran, sum eftir ætlan skal setast upp í Føroyum. Tí var ætlanin hjá føroyska uttanríkisráðharranum eisini at taka Trine Bramsen við ein túr á Sornfelli at vísa henni umstøðurnar har.

 

Um Trine Bramsen í staðin fyri kemur seinni í kvøld ella heilt tíðliga í morgin, og um fundurin so er útsettur, vita vit ikki enn, men tað fáa vit uttan iva meira at vita um í morgin.

 

DAGFØRING KLOKKAN 22:00: Nú er greitt, at vitjanin er avlýst. Hetta váttar Uttanríkismálaráðið.