Trý tey seinastu flogførini, sum skuldu koma í Vágar í dag eru avlýst, eitt skuldi koma úr Billund og tvey úr Keypmannahavn. Flogfarið, sum fór úr Billund, er i Stavanger, har tað bíðar til í morgin, annað flogfarið sum skuldi koma úr Keypmannahavn er í Bergen, tað seinna flogfarið úr Keypmannahavn fór ongantíð avstað.
Av teimum fimm flogførunum, sum skuldu fara úr Vágum, eru fýra farin, tað seinasta skuldi fara kl. 18:00, men tað er eisini útsett til í morgin.
Hann hevur verið sunnan í ættini, við nógvum vindi, heilt upp í 37 m/sek - í hvirlunum, í morgin minkar vindferðin niður í 16 m/sek, hann verður landsynningur í ættini.