Tá ið seinasta flogfarið er lent í kvøld, er flogferðslan komin aftur í rættlag. Tað hava verið hampulig floglíkindir í dag, tó hava ikki øll lent til tíðina, 5 flogfør eru komin, og 4 eru farin avstað. Tað seinasta flogfarið í dag stendur at lenda kl. 23:31, tað kemur úr Keypmannahavn.
Í morgin skulu eftir ætlan 5 flogfør koma og 6 fara úr Vágum.
Í nátt verður hann norðan í ættini, vindferðin fer at liggja um 3 m/sek, í morgin dragar hann í eystan, vindferðin fer at liggja um 3-5 m/sek, mánakvøldið veksur vindurin til uml. 10 m/sek, hann verður eystan í ættini.