Flogferðslan tarnað

Eingin flogferðsla hevur verið um Vága Floghavn í morgun. Fyrsta fráferðin og fyrsta koman eru higartil útskotin seks tímar Ringa veðrið við kavaælingi, vindi og partvíst regni ger, at eingin flogferðsla hevur verið um Vága Floghavn í morgun.

Fyrsta flogfarið skuldi eftir ætlan lætta sær á klokkan 8.15, men er enn ikki farið. Nýggjasta fráboðanin er, at farið verður klokkan 14.

Eisini skuldi eitt flogfar koma úr Kastrup klokkan 9.55, men henda koman er eisini útsett ? higartil við fimm tímum - til klokkan 15.20.

Øll onnur flogferðsla er eisini tarnað av ringa veðrinum.

Í løtuni eru 16,5 metrar um sekundið av norðuri og eitt kuldastig á flogvøllinum í Vágum.