Flogferðslan er langt frá toppinum

Flogvøllurin í Vágum hevði fyrra hálvár ein triðing av ferðafólkatalinum, sum tað var somu tíð fyri tveimum árum síðani

Flogferðslan er við at fáa flog aftur aftur, men tað er langur vegur upp í hæddirnar, sum vóru áðrenn koronu.

 

2019 var eitt serliga gott ár, tá ið tað kom til ferðafólkatal á flogvøllinum í Vágum. Samanlagt ferðaðust 424.281 ferðafólk umvegis flogvøllin í 2019.

 

So kom korona, og ferðafólkatalið rapaði niður. Í fjør ferðaðust úti við 180.000 ferðafólk um flogvøllin.

 

Seinasta uppgerðin hjá Vága Floghavn vísir, at juni mánaði í ár var nógv betur enn juni í fjør. 17.906 ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í juni, og tað vóru 80 prosent fleiri enn juni í 2020, sum var hart raktur av koronu.

 

Flogferðslan er tó langt frá tí, sum hon var áðrenn koronu.

 

Fyrra hálvár í 2019 ferðaðust 186.099 fólk um flogvøllin í Vágum. Fyrra hálvár í ár vóru tey 72.350 ­­– tað vil siga ein lítil triðingur av ferðafólktalinum fyri tveimum árum síðani.

 

Heldur gongdin í ferðafólkatalinum fram, sum hon hevur gjørt seinastu tíðina, verður 2021 eitt betur ár enn 2020, men tað fer ikki at koma í nánd av 2019.