Flogferðslan órógvað av veðri um vikuskiftið

Tað hevur verið órógv á flogferðsluni um vikuskiftið, bæði í dag og í gjár. Enn eru allar planlagdar komur ikki avgreiddar.

 

Í kvøld klokkan 23 kemur RC459 úr Keypmannahavn, sum skuldi verið komið í gjár, og klokkan hálvgvum tvey í nátt kemur RC455, eisini úr Keypmannahavn, sum skuldi verið komið í gjár.

 

Tá hesi flogfør eru avgreidd, skuldi flogferðslan gingið sum planlagt.