Flogið var ikki nóg gott hjá vongskerda HB

Fótbóltur: Hóast mótstøðuliðið ikki var nakað at rópa hurra fyri, so ber illa til at ímynda sær, at HB fær møguleikan at spæla móti Glasgow Rangers

Mikukvøldið í komandi viku skal HB á útivølli royna at vinna móti FC Haka. Hóast vit so fegin vilja bera øll góð ynskji til føroyska umboðið í meistarakappingini, so tykist lítil vón vera fyri, at HB skal vinna ella at HB skal fáa ein javnleik, sum verður 2-2 ella 3-3.

Føroyskur fótbóltur hevur ment seg nógv tey seinnu árini. Tað hava vit sæð á avrikunum og úrslitunum hjá landsliðnum, og hóast føroysku feløgini ikki enn hava megnað at víst úrslit, sum hava havt víðari luttøku í Europa Cup við sær, so hevur tað meiri enn so komið fyri, at tað hevur verið fegnast um einstøk avrik. Besta og feskasta dømið um hetta var í fjør, tá HB á Svangaskarði vann 2-0 móti finska meistaraliðnum VPS Vaasa.

Mikukvøldið hevði HB aftur møguleikan móti einum finskum liði. FC Haka var ikki eitt betri fótbóltslið, enn VPS var í fjør. Trupulleikin hjá HB er, at teirra lið ikki hevur ta tyngd og ta eind í ár, sum liðið hevði í fjør, og tað er ikki nakað, sum fyrstu ferð varð staðfest í Europa Cup. Úrslitini í landskappingini hava boðað frá tí sama.


Vongskerdir

Tað ber neyvan til at finna eina einfalda frágreiðing uppá, hví hetta er so. Tann mest nærliggjandi er at siga, at Allan Mørkøre hevði so framúr nógv at siga fyri liðið í fjør. Tað er rætt, men fótbóltur er eitt liðavrik, og tað skulu fleiri lutir vera sterkir fyri at gera eitt lið gott, og tað skulu fleiri lutir vera veikir fyri at eitt lið skal vikna.

Tað var bara tá HB skoraði og eina lítla løtu aftaná, at tað hoyrdist nakað til mongu áskoðararnar. Teir tykjast ikki heilt at hava funnið seg til rættis á Tórsvølli enn ? tað mugu vit vóna fer at koma ? men burtursæð frá í smáum bitum, tá HB fekk tingini at hanga saman, so var ikki so nógv at fegnast um.

Skal nakað spyrjast burturúr í Europa Cup, so er neyðugt at leypa á og skora mál, tá tú spælir á heimavølli. HB royndi at leypa á, men framrættaðu møguleikarnir, sum eru í spælarunum, komu alt ov illa til sín rætt. Vinstra síða var so at siga blonk í álopspartinum. Tað kom bara tyngd í, tá Magni á Lakjuni, sum annars skuldi taka ímóti innleggunum, bjóðaði seg til í borðinum (tað hjálpti væl, tá Andrew av Fløtum kom inn. Tað var ófatuligt, at hann ikki var við frá fyrsta bríksli), og í høgra borði var tað eyðsýnt, at venjingarstøðan hjá Jóhannisi Joensen var ikki tann, sum hon hevur verið.


Miðvøllurin

Fyrstu løtuna var Rúni Nolsøe ytstur á miðvøllinum. Tað kláraði hann líka væl sum aðrir, ið hava roynt seg í plássinum, men sentrali miðvøllurin leið undir, at har var ov tunnligt, tá royndir skuldu gerast at fóta sær í álopsspælinum og savna liðið. Tað hjálpti, tá Rúni varð fluttur inn at hjálpa Jens Eriki, og í løtum megnaðu HB menninir at samanspæla úr verjuni og á miðvøllinum, men tá avgerandi sendingarnar skuldu leggjast til álopsmenninar, kom oftast lítið burturúr, og finnararnir, ið ofta høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum og vóru skjótir og raskir, komu sær sjáldan í óføri.

Finska málið, sum kom á tímaslagnum, var úrslit av, at gestirnir settu ferðina eitt sindur upp, eftir at HB var komið á odda. Haka menninir høvdu fleiri møguleikar, men støðan, sum bar málið við sær, var púra óneyðug. Hornasparkið, sum teir fingu, var tað ikki neyðugt at gera, og tað var óðamannaverk og var dyggiliga sektað, at Valeri Popovitch, ið alla tíðina var vandamiklastði álopsmaðurin hjá finska liðnum, slapp at standa einsamallur.


Styrkirnar

Sterkasti parturin av HB liðnum var miðverjan. Hans Fróði Hansen var framúr, bæði í luftini og tá tað ráddi um at koma framum álopsmenninar og at takla, og Hans á Lag gav landsliðsmanninum lítið eftir.

Magni á Lakjuni gjørdist fyrsti føroyski málskjúttin á Tórsvølli, tá hann beinanvegin í 2. hálvleiki ? eftir uppspæl frá Halluri Danielsen ? fekk bólt úr høgru frá Rúna Nolsøe, dró í brotsteigin og eitt sindur til vinstru fyri málið sendi í handara síðunetið.

Magni á Lakjuni spældi seg væl upp, og serliga í 2. hálvleiki stóð hann sterkur í myndini. Álopsfelagin hjá honum, Súni Fríði Johannesen, sum í fjør var stóra hetjan, tá hann á heimavølli skoraði bæði Europa Cup málini, var einsamallur heilt á toppinum, hann var væl ansaður og fekk tískil ikki so nógv at arbeiða við. Tríggjar minuttir eftir málið spældi hann Magna á Lakjuni leysan, men tíverri varð lakjumaðurin taklaður í skotroyndini. Eitt sindur seinni varð Magni á Lakjuni spældur leysur í vinstru, Súni Fríði Johannesen var staddur undir málinum, men í staðin fyri at smekka flatt innfyri, valdi Magni at lyfta høgt, og so spurdist einki burturúr.

Sum tað leið móti endanum var tað heldur ein spurningur, um finska liðið skuldi fáa sigursmálið, enn um HB skuldi vinna. Lotið, sum fyrstu løtuna hevði verið frískt, datt burtur, men føroyski summarkuldin var møttur upp, og tað kom væl við at fáa ein heitan drekkamunn, meðan hugsanirnar sveimaðu um, hvussu tað mundi havt gingið, um HB hevði havt ta tyngd og sannføring, sum liðið vísti í fjør, tá teir bæði vunnu steypakapping og meistaraskap.