Flogvøllur - droppið alt, uttan Vágar

Tosið um nýggjan flogvøll er nú aftur í gongd. Eg havi eygleitt føroysku flogferðsluna nærum dagliga síðan 1962, og haldi at tað er nógv sum írestar í kjakinum

Ynskidreymar og heilaspuni

Sagt verður, at vit eiga at krevja at vit altíð kunnu fara og koma. Hildið verður uppá, at veðrið skal ongantíð órógva flogferðsluna. Summi siga at øll heimsins flogfør skulu altíð kunna lenda í Føroyum.

Vinnulívið ynskir sær ein langan flogvøll sum letur upp fyri stórum farmaflogførum, sum skulu flúgva beinleiðis við feskum fiski, t.d. úr Føroyum til Tokyo ella Los Angeles.

Ynskiligt hevði verið at havt eina fríhavn, flog og hav, liggjandi beint við flogvøllin, so Føroyar gerast miðdepul í heiminum, altjóða handli viðvíkjandi.

Ynskiligt er at flogvøllur er beint við har man býr. Summi krevja at Føroyar skulu hava tvær floghavnir.

Visiónirnar skulu vera stórar, ongantíð ov stórar, fyri at fáa stór úrslit, varð sagt á flogvallafundinum á Hotel Føroyum herfyri.

 

Veruleikin

Vit eru 48 tús. fólk í hesum landi, og ongi tekin eru um stórvegis fólkavøkstur.

Vit fáa sera fáar turistar til Føroya, og ongi tekin eru um nakran munandi vøkstur.

Tað er als ongin tørvur á, at stór flogfør ferðamanna- ella farmaflogfør skulu lenda í Føroyum. Ein millumlending oyðileggur tað fíggjarliga roknistykkið fyri tey stóru flogførini.

Laksurin, sum er okkara dýrasta útflutningsvøra, tá vit tosa um størri nøgdir, liggur tíverri niðri á uml. kr. 30,- pr. kilo., og tað er ein "bílig" vøra at flyta við flogfari, einvegis, tí neyvan fáast stórar nøgdir av flogfarmi til Føroya.

Onkur lond fáa "floglaks" at hanga saman fíggjarliga, men spuringurin er bara um tað loysir seg hjá okkum at brúka fleiri milliardir uppá nýggjan flogvøll, har fiskaflutningur er eitt tungt argument.

Fríhavn, ja - vit hava nú í mong ár roynt at fingið altjóða skip at skrásett seg í okkara FAS, men tað gongur okkum sera smátt við altjóða handli til skip, hóast sagt verður, at vit strategiskt liggja sera væl fyri.

Vit hava ikki so mikið sum funnið útav at stovna tax-free sølu í Floghavnini.

Tað er eisini skilaleyst at tosa um tvær floghavnir í okkara landi. Føroyska altjóða flogferðslan er so lítil, at hon, við "vanligum" avgjøldum, neyvan er før fyri at gjalda raksturin av einari floghavn, tíansheldur tveimum.

 

Reglusemi og komfort

Trupulleikin við verandi flogvølli er ikki størri enn so, at vit hava rímiliga regluligt flogsamband, eini 96 - 97 % varð upplýst.

Loysir tað seg at brúka milliardir, tá óvist er um alt verður nakað betur - ella kanska verri?

Undirritaði hevur flogið nokkso nógv síðan 1970, og havi bert havt tvær seinkingar og havi ikki havt ein einasta "ringan túr" enn - (banka upp undir borðið).

 

Kostnaðurin

Tá ein 400 m. stubbi av flogvølli kostar nærum 400 milliónir kr., so duga øll at rokna út, at ongin komplet floghavn fæst fyri eina ella tvær milliardir kr.. ?Helst kostar ein liðug floghavn, við allari útgerð, einar 5 milliardir kr.

 

Vága Floghavn - besta staðið í landinum

Verandi flogvøllur liggur á tí allar besta staðnum í Føroyum til flogvøll. Stórur fyrimunur er, at flogbreytin liggur inni í landinum, har vindmegin nærum altíð er einar 10 m/sek. minni, enn úti við havið.

Í sambandi við at lenda, so hava vindviðurskiftini, ta løtuna tá hjólini skulu niður á asfaltið, næstan alt at týða.

Flogvøllurin í Vágum liggur ikki høgt og landslagið kring breytina er slætt báðumegin við og fyri báðar endarnar hellir landslagið líðandi undan, sum eisini er greiður fyrimunur í sambandi við vind.

Vága floghavn liggur eisini sera væl fyri ferðsluliga í miðstaðarøkinum. Ferðslan úr Norðoyggum og Eysturoy nýtist ikki at koma inn í vánaliga og tilafturs-komna veganetið í Havn og kring Havnina, har ríkiligt av ferðslu er framman undan.

 

Glyvursnes

Tað er ikki neyðugt at taka meira enn eittans argument fram, sum talar ímóti at byggja flogvøll á Glyvursnesi:

Glyvursnes liggur alt ov nær Havnini.

Ongin annar hevði funnið upp á at leggja ein nýggjan flogvøll við flogleið beint yvir miðbýnum, har flogførini lætta sær á bert 2500 m. frá, og fara so brølandi niðan gjøgnum býin.

Ongin ynskir sær óljóðið frá einum flogvølli so nær við bústað sín.

Sagt verður at flogførini kunnu leggja seg á høgru lið og snara, tá tey hava lætt sær á. Hetta hjálpir ikki stórvegis upp á larmin, og tað er avgjørt ikki soleiðis mann planleggur bygging av framtíðar flogvølli í dag.

 

Føroyska veðrið

Gamla orðatakið "veðrið má sær ráða" er enn í gildi. Ongastaðni í verðini kann sigast at veðrið ikki órógvar flogferðsluna, mera ella minni.

Óstøðuga, slavna og baldruta føroyska veðurlagið órógvar í dag og fer framhaldandi at órógva flogferðsluna á okkara leiðum.

Av flogvøllinum verður sagt at reglusemið er uml. 96 - 97 %. Vit kunnu so spyrja okkum sjálv, hvussu stórur er hesin trupuleikin? og ber tað til at hækka reglusemið, og hvat er kostnaðurin?

 

Flogskiparin

Skulu vit koyra, sigla ella flúgva, so er ein góður og lagaligur førari sera avgerðandi fyri trygdina. Arbeiði og avgerðir flogskiparans hava sera stóran týdning fyri, hvussu ferðin hepnast.

Tað er umráðandi at flogskiparin kennir og virðir avmarkingarnar hjá flogfarinum og sær sjálvum.

 

Politikkurin

Søgan sigur okkum hvussu skilaleysur politikkur kann órógva og oyðileggja skilagóðar ætlanir.

Tá Royal Air Force, sum bygdi flogvøllin í Vágum, skuldi handa hann ókeypis til føroyingar í 1945, skrivaði Tórshavnar Kommuna mótmælisskriv til myndugleikarnar. Helst var tað tí at nakað hendið uttan fyri Havnina. Tíbetur varð ikki lurtað eftir mótmælinum hjá havnamonnum, og føroyingar søgdu tá takk fyri gávuna.

Um bretar ikki høvdu bygt flogvøllin í Vágum, so høvdu vit ivaleyst ongan flogvøll havt í Føroyum í dag.

Tá Føroya Løgting, við stórum meiriluta hevði samtykt at Vágatunnilin skuldi byggjast, løgdu politikarar í Havn uppskot fyri tingið, um at støðga hesi góðu ætlan. Tíbetur vann tað ikki frama.

Nú, tá avgerð er tikin um at leingja flogvøllin í Vágum við 400 m., eru somu kreftir í gongd at støðga hesi ætlan, av tí at Glyvursnes í Havn, kanska dragnar nakað afturút. Ongin má lurta eftir hesum skilaleysa mótmæli í dag.

Vit kunnu gloyma alt um Skorðhædd og alt annað. Politikararnir í Havn, sum ivaleyst altíð kunnu útvega sær meiriluta á tingi, hava bara Glyvursnes fyri eyga, sjálvt um teir siga nakað annað.

 

Niðurstøða

Tá flogbreytin í Vágum verður longd (helst til 1800 m.) og best møguligu innflúgvingartól verða sett upp, saman við væl útgjørdum flogførum, við okkara dugnaligu flogskiparum við stýrið, so hava vit eina sera góða framtíðarloysn, eftir okkara umstøðum.

Droppið alt, uttan Vágar.

Gott Nýggjár og góða flogferð í komandi ári.