Flogvøllurin á føroyskar hendur

Ein serfrøðinganevnd við føroyskum og donskum limum skal fyrireika eina dagføring av flogvøllinum í Vágum. Pengarnir til útbyggingina skulu koma úr tí danska Íleggingargrunninum

Nú skal flogvøllurin á Vágum á føroyskar hendur.
Tað eru løgmaður og danski forsætisráðharrin blivnir samdir um.
Samstundis verður ein serfrøðinganevnd sett, sum skal fyrireika eina dagføring av flogvøllinum í Vágum.
? Vit eru blivnir samdir um, at føroyingar yvirtaka tær donsku ognirnar á flogvøllinum, og samstundis tryggja vit okkum, at flogvøllurin verður dagførdur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
? Eitt kritikkpunkt hjá okkum hevur verið, at flogvøllurin í Vágum hevur ikki fylgt við tíðini, men nú verður ein serlig nevnd sett at fyrireika eina útbygging, og fíggingin til arbeiðið skal finnast í tí danska Íleggingargrunninum. Harvið skulu vit ikki finna upphæddina til útbyggingina á føroysku fíggjarlógini, sigur løgmaður.