Hetta skuldi annars verið eitt lætt valskeið í so máta, tí fremstu mótstøðumenninir hava verið rættuliga tannleysir. Bjarni Djurholm gjørdist landsstýrismaður, og Poul Michelsen hevur ikki verið á tingi. Síðst nevndi stillar nú upp aftur, og verður hann valdur, kann tað í sær sjálvum verða ein forðing fyri, at nakað verður gjørt á umrødda øki.
Til ein fyrispurning um parkeringsøkið á flogvøllinum hevur Bjarni Djurholm svarað, at eingin peningur er avsettur til endamálið á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin hevði ikki gjørt sær nakrar tankar um henda trupulleika. Og hann hevur heldur ikki sagt nakað um, at hann ætlar at seta pening av á ta síðstu eykajáttanarlógini, sum henda samgonga fer at leggja fram um fáar dagar. Gera teir ikki tað, so hevur samgongan bitið høvdið av allari skomm.
Eingin hevði bygt ein trolara,ein línu- ella útróðrarbát uttan at tryggja sær, at peningur var tøkur til fiskireiðskapin. Tað er fiskireiðskapurin, sum er ein fyritreyt fyri, at manningin kann fáa hýru, og at skipið kann gjalda sínar útreiðslur. Á sama hátt er tað við undirsjóvartunlinum. Fiskireiðskapurin er parkeringsøkið á flogvøllinum.
Ná, sigur onkur. Tað, at einki parkeringsøki er, tað er ikki nakar trupulleiki fyri okkum í Vágum. Vit fáa altíð onkran, sum vit kenna, at koyra okkum á flogvøllin. Hetta er ein trupulleiki, sum tey, sum búgva uttan fyri okkara øki hava. Men so einfalt er hetta málið ikki.
Vit hava í fjølmiðlunum hoyrt, at tað eru 250 parkeringpláss á flogvallarøkinum. Tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu, verður brúk fyri 1000 ella 750 afrtrat teimum, sum nú eru. 750 bilar svara til eitt vegastrekki, sum svarar til 3 km. Ella við øðrum orðum. Høvdu hesir verið parkeraðir frá flogvøllinum, hevði røðin rokkið yvir á Miðleitið. Og tað fer sjálvandi ikki at bera til.
Tað vil siga at hesi fólk fara framhaldandi at koyra í bussi, og tann ferðsluøking, sum annars skuldi verið av, at ferðandi trygt kundu sett bilin frá sær, verður ikki í fyrstu atløgu. Hetta vil føra við sær, at felagið, sum rekur undirsjóvartunnilin, fær nógv minni í inntøkum. Úrslitið av hesum verður, at vit, sum skulu nýta tunnilin, skulu gjslda nógv hægri bummgjald.
Parkeringsøkið hevur einki við danska statin at gera. Tað er eitt øki, sum landskasstýrið hevur ábyrgdina av. Heldur ikki hetta lítla málið kundu teir loysa. Tora somu menn yvir høvur at stilla upp aftur? Verið vís í, at eisini hetta málið skal Sambandsflokkurin loysa, um flokkurin kemur í samgongu eftir næsta val.