Tað er alkunnugt, at danska stjórnin hevur verið meira enn trek at fara undir at útbyggja og dagføra Vága floghavn. Tað er eins alkunnugt, at neyðugt er við eini munagóðari útbygging og eini hart tiltrongdari dagføring. Ferðslan økist, og flogførini broytast. Fyrr ella seinni fer Atlantic Airways at skifta flogførini út, og eigur felagið tá sjálvsagt ikki at verða bundið av einum ov stuttum og ótíðarhóskandi flogvølli. Trupulleikin við ov stuttum lendingarbreytum er júst vorðin ein forðing fyri útbygging av flogferðsluni í Grønlandi. Har er støðan tann, at floghavinirnar kunnu bert taka í móti nøkrum heilt ávisum sløgum av flogførum, og er hetta einn meinbogi fyri útbygging av flogferðsluni. Tað verður eisini neyðugt við kapping á Føroyarutuni, og tí eiga allar forðingar fyri frælsari kapping at verða beindar burtur. Ein floghavn, ið bert tekur flogfør hjá einum ávísum flogfelag, er ein kappingarforðing. Sostatt eru nógvar góðar grundir til sum skjótast at útbyggja og dagføra Vága floghavn.
Tað er tí sera áhugavert, at danska stjórnin nú tykist at vilja flyta seg í spurninginum um útbygging av Vága floghavn. Sum kunnugt hevur løgmaður umrøtt málið við forsætisráðharran á ríkisfundinum herfyri. Danska stjórnin hevur greitt fingið at vita, at hon eigur Vága floghavn, og at stjórnin tískil hevur skyldu at síggja til, at floghavnin er í fullt nútímansgjørdum líki, tá hon verður yvirtikin av føroyskum myndugleikum. Sjálvandi skulu vit yvirtaka Vága floghavn, men vit eiga ikki at yvirtaka hana fyri einhvønn prís.
Tað er bæði rætt og gott, at danska stjórnin nú klárt og greitt hevur fingið at vita, at stjórnin ikki bara kann krevja, at vit yvirtaka Vága floghavn her og nú, av tí at staturin nú hevur tann politikk, at sleppa statinum undan at reka floghavnir. Yvirtøkan eigur sjálvsagt at fara fram við skili. Hetta merkir, at Vága floghavn skal vera fult og heilt útbygd og tipp topp nútímansgjørd, áðrenn han kemur á føroyskar hendur. Annað er so tað, at vit møguliga kunnu taka lut í fíggingini av útbyggingini, um danski staturin, sum er ein hin ríkasti í heiminum, ikki hevur ráð at gjalda fyri alla útbyggingina. Í so fall eiga vit at umhugsa føroyska luttøku í fíggingini. Men herfrá og so at turka allan kostnaðin, einar 2-400 milliónir uppá føroyska skattgjaldaran, tað gongur als ikki. Tað hvørki kunnu ella eiga føroyskir myndugleikar at góðtaka. Í hesum máli sum í so mongum øðrum málum, skal ríkisfelagsskapurin standa sína roynd. Allir partar kenna avleiðingarnar, um ríkisstjórnin dumpar til royndina.