Landsverk er í ferð við at kanna, hvar nýggjur flogvøllur kann gerast Um eitt ár fær landsstýrið eina frágreiðing frá Landsverki um, hvar tað er skilabest at byggja ein nýggjan flogvøll.
Landsverk hevur í fleiri ár kannað, hvar ein nýggjur flogvøllur kann byggjast. Vindmátingar verða gjørdar í Søltuvík í Sandoynni og á Glyvursnesi í Suðurstreymi, og úrslitið verður greitt um eitt ár, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Einstøk onnur uppskot hava verið, hvar ein nýggjur flogvøllur skal byggjast, millum annað í Svínoy og í Nólsoy, men Landsverk metir ikki, at hesi bæði støðini eru egnað til flogvøll.
Landsverk hevur ikki tikið støðu til eitt uppskot frá Sørvágs kommunu at gera eina flogbreyt aftrat í Vágum.