Upp ígjøgnum øll 80-ini vóru nógvar og stórar íløgur gjørdar, sum av monnum vórðu sagdar at verða skilagóðar. Nógvar av hesum íløgum kunnu so fólk gera sær sínar metingar um, tá hugt verður uppá okkara uttanlandsskuld, sum í dag liggur eitt stað ímillum 6-7 milliardir.
Ein av hesum íløguætlanum, sum ikki var framd í verki, var flogvøllur á Glyvursnesi, men sum spøkir aftur, nú tað stundar til val.
Í 1940, beint eftir at seinni heimsbardagi var byrjaður, tóku eingilsmenn Føroyar. Okkara strategiska plasering mitt úti í Atlantshavinum hevði sannført bretska hervaldið um, at flogvøllur mátti byggjast í Føroyum. Tann 13 apríl 1940 kom eitt kanningarlið á Havnina við einum krússara. Arbeiðssetningurin var at finna út av, hvar ein flogstøð kundi byggjast. Eftir at hava kanna nøkur øki í eina viku, bæði á Sandoynni, í Eysturoynni og á Streymoynni, kom kanningarnevndin til tað niðurstøðu, at einki pláss var egna. Skuldi nakað koma uppá tal, var tað Skálafjørðurin. Men kanningarliðið kom til tað niðurstøðu, at eingin flogvøllur kundi byggjast í Føroyum, tí einki økið var egna og veðurlagið var heldur ikki til tað.
Í 1941 fer flotamálaráði aftur at røra uppá seg, hóast loftverjumálaráðið mælir frá. Eitt kanningarlið hevur aftur verið í Føroyum, og nú verður mælt til at gera flogvøll á Sandoynni, men hetta hóvaði ikki heimasandsmonnum og mótmæltu teir hjá Amtmanninum. (sí Stríðsárini: Skansi í Atlantshavi) Fyri at gera eina langa søgu stutta, so helt enska hervaldið uppá Sandoynna, og byrjaði at fyrireika seg til uppgávuna. Men um sama mundi verður ein L. G. Maxton sendur til Føroyar. Hesin Maxton vitjaði í Føroyum í fleiri vikur, og var víða um og kannaði fleiri øki, og spurdi um veður og vind. Hesin maður kom skjótt til tað niðurstøðu, at havnaviðurskiftini á Sandi komu at verða ein stórur trupulleiki, og tí bleiv Sandoyggin slept og Vágarnar blivu nú meir áhugaverdar. Her vóru tvær góðar havnir og her kundi hann fáa tríggjar flogbreytir. Onnur øki í Norðoyggjum vóru eisini kannað. Tann 2. mars 1942 varð samtykt, at gera RAF flogstøð í Vágum. Síðani varð farið undir at byggja vøllin, og er hetta sami vøllur, sum í dag so nógv verður tosað um, mest ósakligt.
Tìðin frá at eingilsku hermennirnir vóru farnir úr Føroyum 1945, og fram til 1963, tá reglulig rutuflúgving bleiv ímillum Føroyar og útheimin, var ógvuliga tilvildarlig. Einki eftirlit var við økinum, og skjótt sást, at vøllurin ongan góða hevði. Ljós og onnur teknisk útgerð bleiv annaðhvørt brotin ella stolin, og mangur maður ristur í dag uppá høvdið, um tað vandalismu, sum tók yvirhond inn á eina fult intakta útgerð.
Men í 1964 kom broyting í. Tá tóku menn seg saman og fóru í holt við at fáa rutusamband við útheimin, og hevur hetta verið í støðugari menning. Fyrsta leingingin av vøllinum var 1974, tann næsta 1979. Arðar útbyggingar, so sum terminalur, torn, garagur, innflúgvingartól o.a. eru eisini útbygd umleið sama tíðarskeið fyri 100-tals milliónir.
Onkur freistast at spyrja, hvat vilt tú nú við hesum. Flogvallarmálið er aftur blivið aktuelt, og skal støða nú takast, um flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, ella nýggjur vøllur skal byggjast. Skal ein vøllur sum tann í Vágum byggjast, so tosa vit um eina upphædd ímillum 1,5-2 milliardir. Men tað sum er meira áhugavert í hesum samanhanginum er, at tað er eingin trygd fyri, at vit fáa ein betri vøll enn tann sum vit hava, heldur tvørturímóti, um vit tosa um Glyvursnes. Tað niðurstøðu, sum áðurnevndi Maxton kom til tær sjey vikurnar, hann gekk runt og hugdi og spurdi staðkent fólk um veður og vind var, at Søltuvík var frægast egnað. Søgan sigur einki um Glyvursnes, og tað fyrra kanningarliðið nevndi skorhædd á Skálafjørðinum.
Tað sum uttan iva hevur havt stóran týdning fyri støðutakanina hevur verið, at teir vildu sleppa so nær sjónum sum møguligt fyri at sleppa undan frosti og toku, her liggur Glyvursnes 100 m. hægri enn flogvøllurin í Vágum, og hettar hevur stóran týdning. Men sum tað týdningarmesta hava teir ikki viljað havt ein vøll liggjandi suður og norð, tá tær ráðandi ættirnar í Føroyum eru vesturættir. Tá hevði tú fingið ein vøll við tvørvindi stóran part av árinum. Í Vágum liggur vøllurin í ein útnyrðing, og í Søltuvík hevði hann liðið nakað tað sama, kanska longur niður ímóti vesturættini, og tí var Søltuvík uttan iva so áhugavert saman við tí slætta økinum.
Hóast útviklingurin á hesum økinum bæði við flogførum og útgerð ikki kann samanlíknast við tað, sum man hevði fyri meira enn hálvari øld síðan, so eru tað nøkur viðurskiftir, sum tøknifrøðin ikki vinnur á, og tað eru náttúruviðurskiftini. Og hesi eru galdandi eisini í dag, og hesi hevur Føringurin altíð havt virðing fyri, annað hvørt vit ferðast á sjógvi, landi ella í luftini. Tey seinastu 30?35 árini eru ímillum 1,5 og 2 milliónir ferðafólk komin og farin um flogvøllin í Vágum, og tað hevur ikki altíð verið ein útflugtstúrur at komi inn ígjøgnum fjørðin á suðri í vánaligum líkindum. Men um henda ættin hevði kallast okkurt annað á Glyvursnesi, Skorðhadd ella í Søltuvík, kunnu vit bert gita okkum til, tí her eru ongar kanningar gjørdar og hesar taka fleiri ár. Men fyri undirritaða er eingin ivi um, at veður og vindur fara altíð at seta sínar avmarkingar fyri flúgving í Føroyum.
Tá sagt verður, at ein nýggjur vøllur kann byggjast innan trý ár fyri smáar 400 mill., er hetta eitt talandi dømi um óseriøsitetin hjá nøkrum polittikarum, nú val nærkast. Slongt verður út við tølum, uttan at hugsa um, at møguleikin fyri at verða bitin í halan aftur er til staðar. Um útbyggingin í Vágum uppá 200 m. kostar 170 mill., so er hettar 850.000 kr. pr. m. Um 1800 m. kosta 400 mill., so eru tað 220.000 kr. pr. m. Hvar allur hesin munur kemur frá, er óskiljandi, og er ikki neyðugt at fara niður um 3. klassa fyri at seta henda spurning. (Fjølmiðlarnir burdu sett henda spurning). Økið har tilfarið til leingingina í Vágum verður tikið, liggur ca. 300 m. frá vøllinum, so hettar kann ikki verða orsøkin. Vøllurin í Vágum er sum áðurnevnt longdur fyrr, so lat okkum siga, at hesi tøl eru nøkunlunda eftirfarandi. So kann roknistykkið koma at síggja soleiðis út: 850.000 kr. pr. m. x1800=1,53 milliard, og tá tosa vit bara um jørð og betongarbeiði. Afturat hesum kemur teknisk útgerð og bygningar fyri 100-tals milliónir, so tá ført verður fram, at ein vøllur kann gerðast fyri 400 mill. so kann tað valla sigast ørðvísi, enn at makan til slutur og møsn hoyrir ongastaðni heima, annað enn at verða rópt út uttan fyri bøgarðarnar, so eingin hoyrir.
Tá vinnumálastýrið er komið til tað niðurstøðu at vøllurin skal útbyggjast, so er tað út frá kanningum sum er gjørdar 1988?1997, sum greitt mæla til at útbyggja vøllin í Vágum. Um nýggjur vøllur skal byggjast, so má hann byggjast á øki, sum er betri egna enn økið, ið núverandi vøllur liggur á, og tað tekur nógv ár at gera neyðugu kanningarnar.
Oljuvinnan stendur fyri durum, so hetta er í tøkum tíma, og tað er gleðiligt, at løgmaður hevur heitt á danska fíggjarmálaráðharran um útbygging av vøllinum í Vágum. Landskassin rindar eitt stað imillum 10?12 milliónir av íløguni, restina rindar Statskassin. Hetta má sigast at verða gott íkast til tann soltna landsbúskapin.