Ein flogvanlukka í Kuba hevur kravt 68 mannalív. Myndugleikarnir siga, at øll umborð doyðu, tá eitt flogfar hjá almenna flogfelagnum Aero Caribbean datt niður í gjár miðskeiðis í landinum.
Flogfarið var á veg frá býnum Santiago de Cuba til høvuðsstaðin Havana, tá tað brádliga datt niður í landspartinum Sancti Spiritus. Ein útvarpsstøð sigur, at bjargingarmenn vóru skjótir á vanlukkustaðið, men teir kundu bara staðfesta, at øll tey 68 vóru deyð.
Kubansku myndugleikarnir siga, at fleiri útlendingar vóru í flogfarinum, teirra millum 10 evropear úr Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi, Eysturríki, Italia og Spania. Harafturat vóru 18 fólk úr Japan og latínamerikonskum londum.