Øll tey deyðu vóru svenskir ríkisborgarar.
Níggju fólk eru deyð í eini flogvanlukku nærindis Umeå í Norðursvøríki.
Tað upplýsa myndugleikarnir í Västerbotten, har Umeå liggur.
Boðini um vanlukkuna komu í dag klokkan 14:09. Sambært svensku sjó- og flogbjargingartænastuni vóru tey fólk, sum loypa út við fallskíggja, sum vóru umborð.
Tey deyðu eru flogskiparin og átta fallskíggjafólk.
##med2##
– Eg kann vátta, at øll tey sum vóru umborð eru deyð, sigur Gabriella Banding, miðlafólk í Region Västerbotten, við blaðið Aftonbladet.
Øll tey deyðu vóru svenskir ríkisborgarar úr Norrbotten og Västerbotten, sigur ein talsmaður fyri løgregluna.
Orsøkin til vanlukkuna við flogfarinum av slagnum GippsAero GA8 Airvan er ikki greið enn.
Oyggin, har flogfarið datt niður, eitur Storsandskär og liggur tveir kilometrar frá landingarbreytini á flogvøllinum í Umeå.
Flogfarið datt niður mitt á oynni og nakað frá nærmastu húsum.
Aftonbladet hevur myndir, sum vísa, hvussu flogfarið helst hevur havt kós beinlieðis móti lendinum við nøsini fyrst, beint áðrenn brestin.
Sambært blaðnum var tað ein fallskíggjaklubbur, sum átti flogfarið.
Aftonbladet endurgevur flogserfrøðingin Jan Ohlsson fyri at siga, at vektforskjótin á flogfarinum kann hava ført til, at tyngdarpunktið og javnvágin í flogfarinum er broytt.
##med3##
Tað kann føra til,at flogskiparin missir tamarhaldið, sigur hann.
Men tað eru bara fyribils spekulatiónir. Eingin almenn frágreiðing er enn komin.
Bjargingarfólk fóru alt fyri eitt á staðið við bæði nátum og tyrlu, eftir at boðini um vanlukkuna komu.
Eitt eygnavitni hevur greitt svensku sjónvarpsstøðin SVT frá, at nøkur av teimum umborð skuld vera lopin út av flogfarinum, áðrenn tað datt niður.
Hesir upplýsingar eru ikki váttaðir.
Svenska bjargingartænastan er á staðnum og hjálpir við bjargingararbeiðinum, upplýsir kommandoleiðarin, Conny Qvarfordt.
– Vit eru har og hjálpa, meðan vit ikki tryggja ímóti eldir. Flogfarin hevði fullan tanga, tá tað datt niður og brennievnið er sera eldfimt, sigur kommandoleiðarin við SVT.
Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, er kunnaður um støðuna.
– Tað var við stórari sorg, at eg fekk boðini um flogvanlukkuna uttan fyri Umeå. Eg hugsi um tey deyðu og teirra avvarðandi, sigur hann í eini viðmerking við tíðindastovuna TT.
– Stjórnin er í samband við myndugleikarnar, og tað er av týdningi at finna orsøkina, leggur hann afturat.
Norska tíðindastovan NTB skrivar, at tað er sett upp ein kreppumiðstøð á flogvøllinum í Umeå fyri at avvarðandi og onnur.
Universitetsjúkrahúsið í Norrland hevur eisini økt tilbúgvingina.
/ritzau/